Eg Búgvi í Miðvágur Miðvágur er ein bygd í Vágoynni. Í Vágum eru tríggjar stórar bygdir og tríggjar smáar, men fara vit 100 ár aftur í tíðani, vóru sjey bygdir. Tann størsta er Miðvágur við 1.058 íbúgvum (í 2011). Hon liggur miðskeiðis í oynni, so høvuðsfyristingin er her, politistøð, keypsamtøka, læknamiðstøð og prestagarður.